Um felagið

Føroyingafelagið í Aalborg varð endurstovna í oktobur 1978. 
Í nógv ár hevði felagið onki høli at virka í, og mátti tískil leiða seg inn so hvørt sum tiltøkini vóru. 
Vanligt var at hava tvey tiltøk um árið, eitt við røstum kjøtið í, og eitt í februar við røstum fiski. Tað kom eisini fyri, at tað skipa varð fyri øðrum tiltøkum, so sum útferðum ella í samband við vitjandi úr Føroyum. 
Limatalið hevur ligið um 60 limir í fleiri ár, í dag liggur tað um 100 limir.
Føroyingafelagið í Aalborg varð endurstovna í oktobur 1978, og tískil 30 ára jubileum í 2008.

Viðtøkur fyri Føroyingafelagið í Aalborg

Viðtøkur viðktiknar á aðalfundi tann 13. Mars 2004.

§1: Navn felagsins er "Føroyingafelagið í Aalborg". Heimstaður felagsins er Aalborg Kommuna.

§2: Endamál felagsins er at styrkja um samanhald millum føroyingar í Aalborg og virka fyri trivnað millum føroyingar.

§3: Felagið er óheft partapolitiskt.

§4: Felagið verður stjørnað av einari 5 ella 7 manna starvsnevnd. Formaður, næstformaður, kassameistari og skrivari. Nevndin skipar seg sjálva.

§5: Felagið verður teknað av formanni og kassameistara. Avgerðir útyvir dagliga raksturin krevja tó góðkenning av nevndini.

§6: Aðalfundur skal haldast á hvørjum ári í mars mánað og skal hesin fráboðast skrivliga seinasta lagi 14 dagar áðrenn við hesari skrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Val av fundarskrivara.
3. Formansfrágreiðing.
4. Framløga av rokniskapi til góðkenningar.
5. Ásetan av limagjaldi.
6. Innkomin uppskot.
7. Val av starvsnevnd við tveimum tiltakslimum.
8. Val av tveimum grannskoðarum og einum tiltaksgrannskoðara.
9. Ymiskt.

§7: Eykaaðalfundur skal haldast tá ið starvsnevndin ella í minsta lagið 1/3 av limunum ynskja tað.

§8: Lógarbroytingar kunnu vera framdar, um í minsta lagið 2/3 av teimum limunum, ið koma á fund atkvøða fyri tí.

§9: Felagið kann vera avtikið, um 3/4 av teimum limunum, ið koma fund atkvøða fyri tí.

§10: Um felagið verður avtikið, avgerð aðalfundurin hvat ognir felagsins skulu nýtast til.

__________________________

Vedtægter for "Føroyingafelagið í Aalborg".

§1: Foreningens navn er "Føroyingafelagið í Aalborg". Foreningens hjemsted er Aalborg kommune.

§2: Foreningen har til formål at styrke sammenholdet og medvirke til øget trivsel mellem færinger i Aalborg. 

§3: Foreningen er politisk uafhængig.

§4: Foreningens ledelse består af en 5 eller 7 personers bestyrelse. Formand, næstformand, kasserer og sekretær. Bestyrelsen konstituerer sig selv.

§5: Formand og kasserer tegner foreningen. Ved dispositioner udover daglig drift kræves dog godkendelse af bestyrelsen.

§6: Generalforsamlingen skal afholdes hvert år i marts måned og indkaldes skriftligt med minds 14 dages varsel med følgende dagsorden:
1. Valg af dirigent.
2. Valg af referent.
3. Formandsberetning.
4. Forelæggelse og godkendelse af regnskab.
5. Fastsættelse af kontingent.
6. Behandling af indkomne forslag.
7. Valg af bestyrelse og to suppleanter.
8. Valg af to revisorer og en revisorsuppleant.
9. Eventuels.

§7: Ekstraordinær generalforsamling skal afholdes når bestyrelsen eller mindst 1/3 af medlemmerne ønsker det.

§8: Vedtagelse af vedtægstændringer kan ske med mindst 2/3 flertal af de på en generalforsamling fremmødte medlemmer.

§9: Foreningen kan opløses med mindst 3/4 flertal af de på generalforsamling fremmødte medlemmer.

§10: I tilfælde af at foreningen opløses, bestemmer generalforsamlingen hvad der skal ske med foreningens aktiver.


Álaborg




Tíðindabræv

Email Address:


Name:





Instagram hjá Álaborg