Túsund takk Kjartan

Tað er við sorgblídni, at vit í Føroyingafelagnum í Aalborg siga takk til Kjartan F. Andreasen, ið eftir loknan lestur flytur heim aftur til Føroyar.

Kjartan hevur tey seinastu árini verið knýttur at Føroyingafelagnum, bæði sum tiltakslimur og sum sjálvboðin. Sum tiltakslimur og sjálvboðin hevur Kjartan verið við til at skipa fyri og hjálpt til veitslur og tiltøk, ið felagið hevur skipa fyri, og harvið sett sín dám á felagið.

Kjartan hevur verið ein fantastiskur stuðul og ein, ið vit altíð hava kunna heitt á. Kjartan hevur hjálpt okkum at skipa fyri veitslum og tiltøk. Kjartan hevur verið eyðkendur í barrini, har hann við sínum avslappaða verumáta, ið berur brá av sofistikatión og coolness, hevur røkt uppgávuna til U.G. og til stóra gleði fyri limirnir í Føroyingafelagnum. Vit fara heilt vist at sakna Kjartan og vilja ynskja honum alt tað best í framtíð síni. - Magnus Pauli, Formaður




Tíðindabræv

Email Address:


Name:





Instagram hjá Álaborg