Ræstkjøtaveitlsan 2017

So er tíðin aftur komin til, at vit Føroyingar í Norðurjútlandi seta kross í kalendaran, tí 25. mars 2017 verður árliga ræstkjøtaveitslan í Álastovu.


Dyrnar lata upp kl.18:30 og farið verður til borðs kl.19:00.

Matur og borðhald
Borðreitt verður við ræstum kjøti og ræstasúpan, og omaná verður kaffi og kaka. Væntast kann bæði undirhald og skemt, og undir borðhaldinum spælur Árni Lisberg veitslusang. Til dansin, eftir borðhaldið, spælir Ólavur á Váli.

Kostnaður og tilmelding
Tiltakið við borðhaldið og dansi kostar 150 krónur fyri limir og fyri ikki-limir kostar tiltakið 150 krónur + limagjald, ið er ásett á 150 krónur. Tilmelding fer fram við, at senda ein teldupost, har upplýst verður navn á luttakara/luttakarum, og við at flyta pening.
Telduposturin hjá Føroyingafelagnum er: nevnd@alaborg.dk.
Kontunr. er 1551-160.654.9, eisini kann peningurin flytast umvegis Mobilepay, telefonnr. er: 5195 7678.

Freistin
Freistin er ásett til 18. mars 2017.

Dansur eftir borðhaldið
Eftir borðhaldið kl.23:00 er almennur dansur við Ólavur á Váli, kostnaðurin er 50 krónur.




Tíðindabræv

Email Address:


Name:





Instagram hjá Álaborg