Pub quiz verður leygardagin 28. januar

Leygarkvøldið 28. januar kl. 21.00 verða dyrnar í Álastovu latnar upp og kl. 22.00 byrjar ársins fyrsta pub quiz. 

Til hesa pub quizina fara vit at royna nakað nýtt. Til ta einu rundina verður forritið Kahoot.itm ið er eitt forrit har luttakarar kunnu svara spurningum umvegis snildtelefonina. Vit vóna at tit taka væl í móti hesum hugskotið. Føroyingafelagið bjóðar ókeypis Wi-Fi og vegleitt verður hvussu farast skal fram.

Føroyingafelagið bjóðar luttakarum møguleikan at tekna seg sum lim fyri 2017. 

Til tiltakið verður avmarkað atgongd.





Tíðindabræv

Email Address:


Name:





Instagram hjá Álaborg