Nýggj nevnd í Føroyingafelagnum í Aalborg

Árligi aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum í Aalborg varð hildin sunnudagin í hølum felagsins. 

Føroyingafelagið byrjaði dagin við brunsj áðrenn sjálvur aðalfundurin varð hildin. Nógvir limir vóru møttir til fundin og var hetta nakað, ið nevndin fegnaðist um.

Skráin fyri aðalfundin var í fylgi §6 í viðtøkum felagsins, og fyrst á skránni var val av fundarstjóra og fundarskrivara. Fundarstjóri bleiv Jens Arni Hammerfoss og Gurið Djurhuus bleiv fundarskrivari.

Síðani legði formaðurin, Magnus Pauli West, fram sína frásøgn um farna árið, har hann m.a. legði dent á at nevndin hevði roynt at skipa fyri fjøllbroyttum tiltøkum, ið talaðu til nærum allar aldursbólkar og áhugamál. Tilsamans vóru 26 tiltøk í 2016, alt frá konsertum og politiskum framløgum til barnatiltøk og gudstænastir.

Síðani greiddi formaðurin frá samstarvinum í nevndini og at hann var nøgdur við tað arbeiðið, ið nevndin hevði gjørt, men hann ásannaði at nevndararbeiðið, til tíðir, hevði verið tungt tá tað einans var ein 5-mannanevnd.

Eftir formansrøðuna, var fari víðari í fundarskránni og roknskapur felagsins var lagdur fram og varð hesin einmælt samtykin. Limagjaldið fyri 2017 skuldi síðani ásetast. Samtykt varð at gjaldið skuldi vera 150 kr. fyri vaksin og 5 kr. fyri børn, eins og undanfarna ár.

Eingi uppskot vóru komin inn til fundin.

Næst á skránni var nevndarvalið, og á fundinum var samtykt at ein sjey-manna nevnd skuldi veljast. Trý úr gomlu nevndini valdu at stilla upp aftur og seks nýggj stilla upp. Tá stemmurnar vóru taldar, høvdu hesi fingið flestar stemmur:

Magnus Pauli West, Gurið Djurhuus, Kára Veirum, Gunnar í Dali, Árni Lisberg, Martin Didriksen og Bryndis í Dali. Av hesum eru Gunnar í Dali, Árni Lisberg, Martin Didriksen og Bryndis í Dali nýggj í nevndini.

Afturat nevndarvalinum skuldi tveir tiltakslimir, tveir grannskoðarar og ein tiltaksgrannskoðari veljast. Tiltakslimir blivu Rannvá Tindskarð og Bjarni Kárason Petersen, grannskoðarir blivu Kjartan Festirstein Andreasen og Jan Smedemark.

Síðsta punkti á skránni var ymist. Her fingu limirnir sagt sína hugsan um hvat felagið burdi gjørt og hvat kundi gerast betri.

Fundurin var síðani liðugur.


Á nevndarfundi 19. Mars 2017 skipaði nevndin seg soleiðis:

Magnus Pauli West, formaður

Gunnar í Dali, næst formaður

Árni Lisberg, peningarøkil

Gurið Djurhuus, skrivari

Martin Didriksen, nevndarlimur

Kára Veirun, nevndarlimur

Bryndis í Dali, nevndarlimur





Tíðindabræv

Email Address:


Name:





Instagram hjá Álaborg