Hjartans tøkk, Jarmund

So siga vit aftur farvæl við ein hollan stuðul. Eftir 3 ár í Aalborg við lesnaði á Aalborg Universitet, vendir Jarmund Michelsen nøsina heimaftur á klettarnar. 


Frá tíðliga í 2015 hevur Jarmund verði knýttur at Føroyingafelagnum, fyrst sum tiltakslimur og síðani sum sjálvboðin. Jarmund hevur við sínum leikluti, sum tiltakslimur og sjálvboðin, sett sín dám á arbeiðið handan veitslur og tiltøk.


Tað hevur verið fantastisk at havt ein persón sum Jarmund í felagnum. Við sínum “gå på mod” og lyndi til altíð at siga JA, hava vit í nevndini altíð kunna heitt á Jarmund til tiltøk og veitslur. Vit í nevndini fara at sakna Jarmund og ynskja honum blíðan býr í framtíð síni. - Magnus Pauli, formaður. 





Tíðindabræv

Email Address:


Name:





Instagram hjá Álaborg