Grillveitsla

Árliga grillveitslan hjá Føroyingafelagnum í Aalborg verður leygardagin 3. juni, kl. 14.00. Veitslan verður hildin uttanfyri hølum felagsins á Forchhammersvej 5-7, har felagið setur upp stóra grill, soleiðis at øll hava møguleika at grilla sær okkurt gott til góman. Felagið bjóðar: salat, eplasalat og ymist tilhoyr til grillmatin. Eisini verður møguleiki at keypa í barrini.

Føroyingafelagið tekur fyrilit fyri, at um veðurgudarnar ikki eru á okkara síðu, so verður tiltakið møguliga flutt. Um hettar verður endin, so lýsa vit sjálvsagt á heimasíðuni, Facebook og Instagram.





Tíðindabræv

Email Address:


Name:





Instagram hjá Álaborg