Broyting í samband við gjald umvegis MobilePay

Á nevndarfundið 29. mars varð avgjørt, at frá 1. apríl 2017 verður 1 kr. lagd omaná hvørt keyp (transaktión) við MobilePay til tiltøk hjá Føroyingafelagnum. 


Orsøkin til gjaldið á 1 kr. er, at Danske Bank, ið umsitur MobilePay, hevur hækkað gjaldið fyri hvørja transaktión og fyri at felagið ikki skal merkja ein fíggjarligan sviða, so mugu vit leggja 1 krónu omaná hvørt keyp. 


Hetta merkir, at um tú keypir eina øl, ið kostar 15 kr., so skal tú eftir 1. apríl rinda 16 kr. um tú rindar við MobilePay, men 15 kr. um tú rindar við reiðum peningi. Tó so, um tú keypir tíggju ølir, ið kosta 15 kr., so rindar tú 151 kr. (10 x 15 kr. + 1 kr.)


Gjaldið er nakað, ið nevndin er sera hørm um, men sum áður sagt so er hetta neyðugt fyri at felagið skal kunna verða rikið á ein fíggjarligan hátt.





Tíðindabræv

Email Address:


Name:





Instagram hjá Álaborg