Árliga Jólaveitslan í Álaborg

 

Leygarkvøldið 26. novembur verður skipað fyri árligu Jólaveitsluni hjá Føroyingafelagnum í Aalborg. Aftur í ár verður veitslan hildin í hølinum á Thomas Boss Gade 12, dyrnar opnað kl. 18:30, har okur bjóða vælkomstsnaps, og farið verður til borðs kl.19:00.

Matarskráin hetta kvøldið er:

Forrættur: Breyð við viðskera, livradeiggj við soppum, súreplum og bacon; eggjasalat; føroysk rullupylsa; laksur við rómaosti, urtum og sitrón.

Høvuðsrættur: Stókt dunna, rómaeplir, reyttkál, waldorfsalat og sós

Afturvið bjóðar Føroyingafelagið eina ókeypis bjór ella sodavatn.

Omaná: Ris a la mande við kirsuberjasós, og mandlugáva verður latin til tann, sum fær mandluna.

Til borðhaldið verða lutaseðlar seldir, har góðir vinningar verða burturlutaðir og har millum annað kann nevnast ein ferð við Norrøni aftur og fram á Danmark leiðini.

Til dansin eftir borðhaldið spæla Alex Bærentsen og Axel Eysturstein góður og vælkendir tónar.

Kostnaðurin fyri tiltakið er 250kr fyri limir, og 400kr fyri ikki-limir, har íroknað er limagjald fyri 2017. Gjaldast kann við at flyta pening á konto 1551 – 1606549 og viðmerkjað navn/nøvn á luttakandi. Freistin er sunnudagin 20. novembur.

Ikki-limir mugu umframt hetta fylgja leiðreglunum fyri limaskap, sum kunnu lesast her. Um tú ivast, kanst tú venda teg til nevndina.

Eftir borðhaldið kl.23:30 er opið til dansin, har kostnaðurin er 50kr fyri limir og 70kr fyri ikki-limir.

__________

Føroyingafelagið brúkar eisini mobilepay.





Tíðindabræv

Email Address:


Name:





Instagram hjá Álaborg