Álabrunsj verður leygardagin 28. januar kl. 10

Ársins fyrsta tiltak í Føroyingafelagnum verður leygardagin, 28. januar, kl. 10.00, tá Føroyingafelagið bjóðar limum og útisetum til Álabrunsj. Borðreitt verður við lekrum morgunmatarborðið, har egg, flesk, viðskera, rundstykki og vaflur verða at finna. 

Felagið hevur, sum kunnugt, eitt spælirúm, har tað møguligt er hjá børnum at spæla saman, so øll familja kann luttaka. 

Brunsjin er ókeypis fyri øll og øll eru hjartaliga vælkomin.

Samstundis verður høvi at tekna seg sum lim í Føroyingafelagnum fyri 2017.

Les meira um at tekna seg sum her.





Tíðindabræv

Email Address:


Name:





Instagram hjá Álaborg